Farnet: Í dag, mánadagin 27. juni, fór stóra og landsumfatandi arbeiðið at byggja nýtt farnet við 5G av bakkastokki. Masturin yviri við Strond í Havn varð tann fyrsta at fáa nýggju útgerðina.
Í august 2021 varð hol sett á arbeiðið at skifta alt farnetið út og byggja 5G omaná. Talan er um stórarbeiði, sum Ericsson og Føroya Tele gera í felag. Komandi mánaðirnar verður nýggj útgerð sett upp á 187 ymiskum støðum runt landið, og harumframt verða 34 nýggjar mastrar settar upp.
Arbeiðið fer at órógva fartelefondekningin í einum ella fleiri økjum í senn, men tá ið arbeiðið er liðugt, eru fleiri enn 382 sendistøðir til reiðar at geva føroyingum nýtt farnet við 5G. Eftir ætlan tendrar 5G fyri øllum í senn um ársskiftið.
Her er tíðarætlanin fyri arbeiðið komandi vikurnar: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo