Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í vikuskiftinum skipaði Føroya Styrkisamband saman við Dansk Styrkeløft Forbund fyri skeiði innan styrkilyfting, sum ger tað møguligt at hava almennar føroyskar kappingar undir ÍSF.

Tólv skeiðsluttakarar umboðandi Yndi, Burn, Fullpower og Tvørmegi fingu B-dómaraprógv. Undirvíst varð eisini í reglugerð og fyriskipan av altjóða góðkendum kappingum.

Undirvísararnir vóru Klaus Brostrøm, formaður í DSF, Henning Thorsen, næstformaður og Peter Andersen, nevndarlimur og ráðgevi.

Fyrsta almenna kappingin í styrkilyfting eftir altjóða reglugerðini hjá IPF, International Powerlifting Federation verður á Føroyaleikunum leygardagin 10. juli kl 14:00 í Perluni í Tórsgøtu í Tórshavn.

Á Føroyaleikunum 8.-11. juli skipar Styrkifelag Føroya umframt kapping í styrkilyfting eisini fyri kappingum í vektlyfting, kúlulyfti og crossfit.

Vektlyfting verður hósdagin 8. juli kl 18:00 og Kúlulyft fríggjadagin 9. juli kl 14:00, báðar ferðirnar í Perluni. Kappingin í Crossfit verður í Tvørmegi fríggjadagin 9. juli kl 19:00 og leygardagin 10. juli kl 12:00 og 16:00.

Nakrar heimasíður í hesum sambandi: powerlifting.sport, styrke.dk, styrkisamband.fo og sff.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo