Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Alt ov stórur partur av tí peningi skattaborgarin rindar, verður nýttur til at leggja fót fyri skattaborgaran. Hetta verður gjørt á tann hátt, at Føroya Landsstýri bjóðar seg fram at gera arbeiði fyri undirprís, og onkuntíð fyri einki. Føroya Landsstýri bjóðar seg fram at gera arbeiði fyri so lága upphædd, at tey privatu als ikki kunnu verða við í kappingini. 

Fyri at eitt arbeiði kann gerast fyri minni pening, enn arbeiðið veruliga eigur at kosta, má peningur fáast til vega fyri at fíggja undirskotið, og her er tað at vit sum skattaborgarar koma inn í myndina. Ein stórur partur av tí peningi vit gjalda í skatti, verður nýttur til at dríva handil við undirskoti.

Taka vit Vørn, sum er undir Føroya Landsstýri, so nýtir Vørn ovurhonds stóra upphædd til at kappast ímóti privatum. Oman á tað sum Vørn fær av peningi í dag, vil Vørn hava enn meira pening til at kappast ímóti teim privatu við. Vørn vil eisini hava pening til at keypa eitt nýtt og størri skip við, sum er púra óneyðugt, og púra burturvið.

Tað er ikki rætt at nýta Brimil og Tjaldrið til at kappast ímóti teim privatu við, tó at Brimil og Tjaldrið sjálvsagt kunnu, og mugu nýtast at sleipa við, í samband við neyðstøðu. 

Tá skip hava tørv á sleipi, vil Tryggingin hava at Vørn sendir eitt av sínum skipum at sleipa skipið ella bátin inn til umvælingar. Orsøkin til hetta er, at Vørn ger hetta nógv bíligari enn nakar privatur kann, tó at sleiparar hjá teim privatu eru nógv minni og bíligari í rakstri enn Brimil og Tjaldrið eru, og ofta líka væl og betri egnaðir til uppgávuna enn Brimil og Tjaldrið.

Grundin til at Vørn kann gera hetta bíligari enn nøkur privat fyritøka kann, er sjálvsagt at Vørn fyrst og fremst verður rikið fyri skattaborgarans pening.

Hvørt ár fær Vørn eisini lítla upphædd av pening frá Tryggingini. Hendan “gávan” ger at Vørn følir seg bundið at gera uppgávur fyri Tryggingina.

Ein kann skjótt rokna út at Vørn sendir ikki Tryggingini rokningar sum samsvara við nakran dagsprís hjá nøkrum sleipara sum er á stødd við t.d. Brimil, men sendir nógv minni rokningar, og viðhvørt ongar rokningar fyri sleipini.

Hevði Tryggingin fingið rokningar sum svaraðu til prísin fyri slíkan sleipara sum Brimil, hevði Tryggingin ongantíð biðið Brimil aftur til nakað arbeiði, men biðið onkran av teim privatu í staðin.  

Støðan er tann, at Vørn og Tryggingin hava eina avtalu sínámillum, um hon er skrivlig ella munnlig veit eg ikki, og við hesi avtalu brýtur Vørn, sum eisini er at roknað sum ein fyritøka/reiðarí, sína egnu løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2023 um kapping, sum sigur:
_
Kapittul 2
Forboð fyri kappingaravlagandi avtalum
§ 6. Ikki er loyvt fyritøkum og øðrum at gera avtalur, ið beinleiðis ella óbeinleiðis hava til endamáls ella sum fylgju at avmarka kappingina.
_

Vørn brýtur eisini sína egnu lóg um misnýtslu av ráðandi marknaðarstøðu sum sigur:
_
Kapittul 3
Misnýtsla av ráðandi støðu
§ 11. Ikki er loyvt eini ella fleiri fyritøkum og øðrum at misnýta eina ráðandi marknaðarstøðu.
_

Tryggingin er ein fyritøka sum sparir stórar útreiðslur orsaka av óskilinum sum gongur fyri seg. Hon hevur nevniliga Vørn í síni hulu hond. Biður Tryggingin Brimil fara til onkra bygd eftir einum lítlum útróðrarbáti, at sleipa hann til aðra bygd at umvæla, ja so fer Brimil, tó at tað hevði kostað nógv minni at lyft bátin í ein lastbil og koyrt hann, men tá skattaborgarin rindar, er eingin trupulleiki at gera slík arbeiði.

Brimil, Tjaldrið, Rescue Lív og aðrir kappingarneytar sleppa mær vitandi eisini undan at gjalda MVG av oljuni ið nýtt verður, og er hetta eisini við til at avlaga kappingina.

Stjórin hjá einum reiðaríi í Føroyum, sum fyrr hevði ein sleipara, spurdi Tryggingina um hví Tryggingin ikki bað um teirra sleipara at koma at sleipa. Svarið frá Tryggingini var, at um Tryggingin skuldi nýta teirra sleipara at sleipa skip við, mátti Tryggingin hækka tryggingargjaldið hjá øllum kundum sínum.

Grundin til at Tryggingin hevði verði noydd at hækka tryggingargjøldini, er sjálvsagt hon, at tá hevði Tryggingin verði noydd at goldið væl meira fyri sleipini sum gjørd vóru. Tað nýtist Tryggingin ikki í dag, av tí at føroyski skattaborgarin rindar fyri ein stóran part av kostnaðinum fyri sleipini.

Tryggingin hevur sjálvsagt ovurhonds stórar fyrimunir av at føroyski skattgjaldarin rindar fyri ein stóran part av kostnaðinum fyri sleipini, so at Tryggingin sjálv kann sleppa undan at gjalda.

Føroya Landsstýri má gera sær greitt, at Brimil og Tjaldrið eru bert til bjarging og fiskiveiðueftirlit, og ikki til at kappast ímóti teimum privatu við, við hjálp av skattaborgarans peningi.

Skip sum liggur uppsteðgað í fínasta veðri úti á fiskifeltinum, er ikki í havsneyð, og tað eru skip og bátar sum liggja við kai, heldur ikki.

Eg kundi hildið á fram við at sagt frá um hvussu Landssjúkrahúsið vaskar klæði fyri privat kundar fyri undirprís, sum ger at privatar fyritøkur klára seg illa, um hvussu Strandfaraskip Landsins førir bingjur og annað millum oyggjarnar fyri undirprís, og ólógliga kappast við privat reiðarí, um hvussu Føroya Landsstýri byggir hotell og kappast við privatar fyritøkur og so víðari, men eg velji at gevast her.

Felags fyri alla hesa kapping er, at føroyski skattgjaldarin má gjalda munin ímillum undirprísin og tað sum hesi arbeiði veruliga áttu at kosta.

Føroya Landsstýri kann ikki halda á fram við at oyðsla við skattaborgarans peningi, og hjálpa teimum ríku við at taka breyðið úr munninum hjá teimum sum hava lítið at eta sum er.  

Um rætt var borið at, kundu vit havt væl lægri skatt í Føroyum.

Birgir Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo