Føroya Kærustovnur: Kommunan hevur gjørt grundleggjandi mistøk og eigur at viðgerða málið av nýggjum
Málsviðgerðin var ikki í lagi, tá ein borgari fekk nokta hjálp til at ansa óhjálpnu foreldrum sínum.
Tað sigur Føroya Kærustovnur, sum hevur heimvíst málið til nýggja viðgerð í kommununi, sum gjørdi grundleggjandi mistøk í málsviðgerðini.
- Staðfestast kann, at upplýsingar eru um týdningarmiklar broytingar í heilsustøðuni hjá foreldrum kærarans í tíðarskeiðnum ímillum, at avgerðin er tikin á fundi í upptøkunevndini, og avgerðin er send kæraranum. Hetta kann hava ávirkan á metingina av røktartørvinum. Føroya Kærustovnur hevur avgjørt at heimvísa málið til nýggja viðgerð hjá kommununi. Avgerðin er grundað á, at kommunan hevur gjørt ein grundleggjandi málsviðgerðarfeil í sambandi við viðgerðina av málinum, sum kann hava týdning fyri úrslitið av avgerðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo