Kappingareftirlitið: Kappingarráðið tók tann 20. apríl 2023 avgerð um, at FT Samskifti hevði misnýtt sína ráðandi støðu í sambandi við, at felagið lat øllum verandi fartelefoni kundum 100 GB av data tann 25. apríl 2018. Tilboðið um 100 GB ókeypis dáta var eisini bjóðað nýggjum kundum sum skifti yvir til FT Samskifti innan 31. juli 2018.
Kappingareftirlitið var á eftirlitsvitjan hjá Føroya Tele tann 21. januar 2021 og tók speglingar av KT tólbúnaði. Í speglingunum var millum annað teldupost samskifti hjá leiðslupersónum og serfrøðingum í Føroya Tele.
Ein gjøgnumgongd av hesum tilfari staðfesti tann varhuga sum Kappingareftirlitið hevði um, at gávan hevði eittans endamál og tað var at tryggja at Datarull, sum P/f Nema hevði bjóða sínum kundum tann 18. apríl 2018, ikki skuldi fáa undirtøku á marknaðinum. Tað er komi fram í sambandi við viðgerðina av málinum, at Føroya Tele sá Datarull sum eina hóttan í móti tí hátti fartelefoni hald verða seld í Føroyum.
Kappingarráðið tók tann 20 apríl 2023 avgerð um:
- P/f FT Samskifti hevur framt brot á § 11, stk. 1 í kappingarlógini í sambandi við sítt aftursvar tann 25. apríl 2018. Tí talan var um eitt aftursvar, sum var grundað á fíggjarliga megi og ta søguliga støðu, sum felagið hevur á marknaðinum, heldur enn á kappingarligar grundaðar fyrimunir.
- P/f FT Samskifti hevur framt brot á § 11, stk. 1 í kappingarlógini í sambandi við sítt aftursvar tann 25. apríl 2018, tí avleiðingin var, at atgongdin til marknaðin varð hindrað í gildistíðini og avmarkað frameftir
Føroya Kærustovnur hevur tann 4. juli 2023 staðfest avgerðina hjá Kappingarráðnum um, at FT Samskifti hevur framt brot á §11, stk. 1 í kappingarlógini. Føroya Kærustovnur tók tó ikki undir við, at framferðin hjá FT Samskifti hevði havt tað avleiðing, at avmarkað atgongdina til marknaðin í framtíðini. Um hetta viðmerkti Føroya Kærustovnur:
"Kærustovnurin metir somuleiðis, at vandi kann hugsast at vera fyri, at nýggjar fyritøkur fara at vera afturhaldandi við at trína inn á marknaðin, um FT Samskifti fer at hava eina framferð líknandi tí i málinum, hvørja ferð ein kappingarneyti kemur við einum átaki, ið felagið følir seg hótt av ella ikki ynskir skal fáa undirtøku.
Hóast Kærustovnurin er av hesi áskoðan, so metir Kærustovnurin ikki, at tað við verandi upplýsingum kann staðfestast, at atgongdin til marknaðin i framtíðini faktiskt er avmarkað orsakað av framferðini hjá FT Samskifti. Kærustovnurin metir sostatt ikki, at Kappingareftirlitið hevur lyft próvbyrðuna fyri hesum uppáhaldi."
Formaðurin í Kappingarráðnum, Heri Joensen, sigur um avgerðina:
"Eg eri glaður fyri at henda avgerð er endaliga staðfest í fyrisitingini. Talan er um eina framferð sum eftir okkara tykki er eitt greitt brot á §11, stk. 1 í kappingarlógini, hóast at brotið er óvanligt. Talan er um eina framferð sum kann lata seg gera í Føroyum, tí at marknaðarumstøður eru serligar. Føroya Tele hevur ein marknaðarpart á 70% ella meir á øllum fjarskiftismarknaðum og innan fartelefoni hald til húskið er hann áleið 75%. Hetta sær man ikki aðrastaðni.
Tí eri eg fegin um at Føroya Kærustovnur m.a. eisini sigur í sinum úrskurði, at serliga skyldan hjá ráðandi fyritøkuni herðist tess størri marknaðarparturin er og hvussu leingi marknaðarparturin hevur staði við.
Í hesum sambandi eru míni boð til størri fyritøkur í Føroyum, at tað er ongin undanførsla at man ikki visti av ráðandi støðuni ella at framferðin var brot á §11. Misnýtsla av ráðandi støðu er eitt objektivt hugtak - antin er brotið framt ella ikki. Eisini hava fyritøkur møguleika at biðja Kappingareftirlitið taka støðu til, um fyritøkan hevur ráðandi støðu og um ávís framferð er í stríð við §11, stk. 1 í kappingarlógini. Hetta framgongur av § 11, stk. 2 og 5 í kappingarlógini"
Føroya Tele hevur møguleika at leggja úrskurðin hjá Føroya Kærustovni fyri Føroya rætt, men hetta skal gerast í seinasta lagi 8 vikur eftir at Føroya Tele hevur fingið úrskurðin.
Avgerðin hjá Føroya Kærustovni kann lesast her
Avgerðin hjá Kappingarráðnum frá 20. apríl 2023 kann lestast her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo