Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Kappingareftirlitið: Kappingarráðið avgjørdi á fundi 24. juli 2023, at FT Samskifti (Føroya Tele Samskifti) hevði brotið kappingarlógina í sambandi við, at Sp/f Tosa í 2017 fekk boðið atgongd til farnetið og veitingar frá FTS.

Kappingarráðið metti, at FT Samskifti við sínum tilboði til Sp/f Tosa hevði misnýtt sína ráðandi støðu á marknaðinum, tí tilboðið til Sp/f Tosa var sett saman á ein hátt, so felagið ikki hevði møguleika at fara undir sítt televirksemi.

FT Samskifti góðtók ikki avgerðina hjá Kappingarráðnum og kærdi til Føroya Kærustovn.

Føroya Kærustovnur hevur á fundum tann 5. og 8. desember 2023 viðgjørt kæruna frá FT Samskifti um avgerðina hjá Kappingarráðnum.

Ein fyritreyt fyri at talan var um brot á grein 11 í kappingarlógini, var at FT Samskifti hevði eina ráðandi støðu á marknaðinum. Ein onnur fyritreyt var, at tað skuldi prógvast, at FT Samskifti misnýtti sína støðu.

Føroya Kærustovnur metir í síni avgerð, at Kappingarráðið ikki hevur ført prógv fyri, at FT Samskifti hevði eina ráðandi støðu á marknaðinum og tískil heldur ikki kundi misnýta hesa støðu.

Føroya Kærustovnur sigur í síni avgerð:

“Avgerðin er grundað á, at tað við støði í upplýsingunum í málinum ikki er grundarlag fyri at staðfesta, at Føroya Tele hevði eina ráðandi støðu á marknaðinum fyri heilsølu av FullMVNO tænastum innan fartelefoni í Føroyum, og treytin um ráðandi støðu í grein 11, stk. 1 í kappingarlógini, er sostatt ikki lokin.”

Avgerðin hjá Føroya Kærustovni kann skjótast inn fyri Føroya Rætt innan átta vikur. Kappingareftirlitið viðger í løtuni spurningin um málið skal roynast í rættarskipanini. Í tí sambandi skal støða takast til tann princippiella spurningin, um tað er í samsvari við skipanina, at ein undirliggjandi myndugleiki leggur avgerð hjá Føroya Kærustovni fyri rættarskipanina, uttan at hetta beinleiðis er heimilað í lóg.

Tá Kappingarráðið tók avgerðina í málinum, var málið eisini meldað til løgregluna.

Kappingareftirlitið hevur kunnað ákæruvaldið um avgerðina hjá Føroya Kærustovni.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo