Í seinasta kunngerðablaðnum, sum er komið í dag, er ásett, at Sirið Stenberg er nýggj varaløgkvinna í Føroyum. Tað hendir eftir, at hon hevur avloyst Høgna Hoydal sum forkvinna í Tjóðveldi. Høgni Hoydal var varaløgmaður í samgonguni við Javnaðarflokkin og Framsókn.
Áður hevur formliga heitið verið løgmaður hjá báðum kynum.
Tað var í mai í fjør at lógin bleiv broytt, eftir at ein grein 25 nevnd kom við tilmæli um at broyta heitini, so heitini løgkvinna og varaløgkvinna komu í lógina.
Marita Petersen sála var løgmaður, tí tá var tað heitið til bæði mann- og konufólk sum høvdu embætið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo