Føroya Fólkaháskúli: Hesa vikuna vitjar ein flokkur av designnæmingum av Vallekilde Højskole á Háskúlanum. Báðir háskúlar luttaka í eini verkætlan, sum eitur Peoples Future Lab, sum endar í mai 2023. Hugskotið er, at um tú fært høvi at vera við í einari listarligari tilgongd har okkurt verður framleitt, so verður luturin sum tú hevur framleitt, kanska okkurt heilt serligt fyri teg, og fer at liva longri. Tú kennir jørðildið og tilfarið, tú hevur brúkt egnar hendur, og lagt eitt petti av tær sjálvum í tilgongdina.
Vit keypa flestøll bíliga á netinum úr fjarskotnum londum, og nógv av tí endar í skrell ella verður sent retour. Við sjóneykuni á at uppdaga virðið í tí staðbundna og stuttflutta, eisini sum útgangsstøði í branding, intervjua donsku og føroysku háskúlanæmingarnir nøkur av okkara fremstu listafólkum og listahandverkarum, umframt at verksmiður verða í leiri, ljóði, frásøgn, træsniði og binding.
Listafólkini sum hava játtað at lata seg intervjua ella at halda verksmiðjur, eru Tróndur Patursson, Guðrið Poulsen, Katrina í Geil, Ole Jacob Nielsen, Poulina Jóhannesardóttir, Heini Ziska Davidsen og Tóra Hansen. Verkætlanin endar við, at háskúlanæmingarnir úr báðum londum, saman skapa eitt ískoyti til grafikkframsýningina “Spor, ið verða til” sum letur upp í Norðurlandahúsinum leygardagin.
Hetta siga næmingar:
Rasmus Onchoy: Guðriðs udtryk og arbejde var inspirerende at opleve!
Lara Kamp Zimmer: Det var ret fascinerende at høre historier fra en kunstner, der har udstillinger i hele verden!
Í november fara næmingarnir á Føroya Fólkaháskúla á vitjan til Vallekilde, og saman gera næmingarnir eina dokumentatión av heildarverkætlanini. 20 aðrir háskúlar í Danmark og kring heimin gera samstundis sína útgávu av verkætlanini. Endamálið er at háskúlaundirvísingin framyvir altíð tekur støði í tí burðardygga.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo