Fyrireikararnir eru við at leggja seinastu hondina á skránna til festivalin, sum verður vikuskiftið 3. og 4. september á væl umtókta konsertstaðnum Tobakken í Esbjerg, upplýsa fyrireikararnir.
Fríggjakvøldið fara Herborg, Evi Tausen, Halleluja Sofus, Marner av Lofti & Jessica Hallursdóttir og HitMen at framføra.
Leygarkvøldið fara Uni Debes, Tinganest & Sámal Ravnsfjall, Hamradun og Signar í Homrum at framføra. Eisini verður "rock-show" við Edmund, Sveini og Karl Martin.
Leygardagin verður eisini landsdysturin ímillum Føroyar og Danmark vístur á stórskýggja.
Fyrireikararnir vænta nógv fólk, og hava sett 500 atgongumerki til sølu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo