Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Aftursvar uppá grein frá Føroya bileigarafelag.

Tit umboða ikki hugsjónum hjá bileigarum uttanfyri Havnina tískil er tað misbrúk at kalla seg Føroya bileigarafelag.

Tískil er mín áheitan á landsins myndugleikar at hyggja burtur frá hvat hesin lokali felagsskapurin framførir.

“Sig eina lygn nóg oftani og øll trúgva hon er sannleikin” ella sig ein tápuligan pástand nóg oftani og fólk halda tað vera tað skilabesta.

At framhaldandi vilja hava avgjald á ferðsluna í undirsjóvartunlinum  til Norðoyggjar og til Vágar, er onki annað enn ein útjaðaraskattur sum verður álagdur okkum sum ikki búgva í Havn.

Vit hava, framum øll onnur her á landi, goldið okkara vegakervið og er tískil einasta rættvísa at okkara 6 km langa vegakerv verður viðlíkahildi av felags kassanum.

At koma út og mótmæla at allir bileigarar skulu vera líka fyri lógini og kalla seg umboða Føroysku bileigararnar tað kann barasta ikki góðtakast.

Og so koma við tílíkum tápuligum pástandum at um tunnilsgjaldið verður avtikið so fella tunlarnir í órøkt, eg má spyrja: Hví skulu undirsjóvartunlarnir pilkast burturúr og ikki fá sín part av avgjøldunum sum longu eru?

Tak eitt nú Norðoyggjar, tað er ongin í Føroyum sum brúkar so nógv brennevni (harvið avgjøld til viðlíkahald) til flutning sum norðoyingar, har búgva um 6000 fólk, alt, ja bókstavliga alt frá mati, reiðskapi, byggitilfar vit brúka, skal flytast við bili úr Havnini.

Ja, eg kann ikki keypa mær ein døgurðabita uttan hann hevur verið við til at goldið avgjøld til viðlíkahald.

Tað kann ikki avreiðast ein stertur, uttan útreiðslur til avgjøld til viðlíkahald er trekt av, áðrenn fiskimaðurin fær sínar pengar.

Tað sama er í Vágum.

Stutt sagt: tað er ongin í Føroyum sum betalir so nógv brennievni og harvið avgjøld til viðlíkahald sum vit í Norðoyggjum og í Vágum.

Ja, vit gjalda nokk av avgjaldi til viðlíkahald av øllum tunlum í Føroyum og helst til brúnna um Streymin eisini.

Tíverri eru tit í bileigarafelagnum (so avgjørt ikki Føroya..) ikki tey einastu sum halda uppá slíkan tápuligan pástand, tað gera so sanniliga eisini allir einoygdu breyðpolitikarnir í Havnini sum siga at besta loysnin uppá samhaldfasta gjalding av viðlíkahaldi er at avgjøld verður lagt á øll sum koyra norðanfyri Tórshavn.

Anskar Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo