Endaliga úrslitið hjá Føroya Banka í ár fer at liggja ímillum 275-300 mió kr.
Hesum boðar bankin frá í børsfráboðan.
Áður hevur bankin sagt, at úrslitið fer at liggja ímillum 250-280 mió kr.
Tað er grundraksturin hjá bankanum sum hevur roynst betri enn væntað, bæði á inn- og útlánssíðuni. Eisini hava íløgur bankans kastað væl av sær.
Eisini vísa rímuligu niðurskrivingarnar, at kundarnir hjá bankanum sum heild eru væl fyri, sigur bankin í fráboðanini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo