Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroya Banki: Góða gongdin er grundfest í einum vøkstri í bæði innlánum og útlánum og góðum virðisbrævaavkasti. Fíggjarstøðan hjá bæði vinnukundum og privatkundum er sum heild góð, og tað sæst aftur í afturførdum niðurskrivingum í ársfjórðinginum.  

“Tey, sum eru merkt av øktu rentunum seinastu árini, fara at merkja ein lætta nú. Rentustøðið er nú lækkandi, og marknaðurin væntar enn fleiri rentulækkingar komandi tíðina. Vit hava fráboðað tríggjar rentulækkingar í ár. Hetta fer at gera tað lættari hjá húskjum, sum hava merkt eitt fíggjarligt trýst av hægri rentum undanfarnu árini. Yvirskipað hava okkara kundar tað tó gott,” sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.

Realkreditfígging kann taka burtur óvissuna um rentuna
Tá rentustøðið er skiftandi, so kann tað vera áhugavert hjá húskjum at velja realkredittfígging heldur enn vanliga bankafígging, tí tá ber til at læsa rentuna í styttri og longri tíðarskeið.

”Rentuhækkingar kunnu merkja einstakar familjur sera hart, og tí er tað altíð skilagott, at ein javnan kannar, um fíggingin er samansett rætt. Við realkredittfígging ber til antin heilt ella partvíst at sleppa undan, at rentan sveiggjar, og ein fær fleiri møguleikar fyri at samanseta fíggingina, enn tá ið talan er um vanliga bankafígging. Nú lækka renturnar, men júst tá kann tað vera skilagott hjá kundum at umhugsa realkredittlán, so teir eru í einari betri støðu, um renturnar hækka aftur”, sigur Turið F. Arge.

Útlit restina av árinum
Útlitini fyri restina av árinum eru góð, og árið sum heild hevur verið betri enn upprunaliga væntað. Bankin væntar nú eitt nettoúrslit eftir skatt fyri árið millum 275 og 300 mió. kr.

Roknskapurin fyri triðja ársfjórðing í stuttum

  • Úrslitið fyri skatt var 119 mió. kr.

  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 66 mió. kr.

  • Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 6 mió. kr.

  • Rakstrarúrslitið gjørdist 72 mió. kr.

  • Útlánini hjá bankanum eru 9,1 mia. kr.

  • Realkredittlánini hjá bankanum eru 2,6 mia. kr.

  • Innlánini hjá bankanum eru 9,4 mia. kr.

  • Solvensurin íroknað NEP-kapital er 37,9%

  • Leiðslan væntar, at nettoúrslitið eftir skatt í ár verður millum 275 og 300 mió. kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo