Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fíggjareftirlitið hevur givið Føroya Banka fleiri kravboð, eitt nú skal bankin seta stívliga eina millión krónur meira av ímóti tapi eins og kravið til solvens er hækkað úr 10,3% til 10,5%.

Fíggjareftirlitið sigur, at bankin er í størri váða enn aðrir bankar av somu stødd, tí sethúsamarknaðurin er so stórur partur av tí, sum bankin lænir út til. Tí rakar tað bankan lutfalsliga hart, um prísirnir á fastari ogn falla.

Bankin hevur heldur ikki gjørt sær nóg greið mál, og tí kann hann lætt enda við at átaka sær størri váða enn gagnligt er. Stóra útskiftingin í nevnd bankans ger, at nevndarevalueringin er ov gomul, og bankin hevur fingið krav um at gera eina nýggja fyri at tryggja, at førleikarnir hjá limunum eru nøktandi.  

Eisini eru onnur boð til bankan um at gera mannagongdirnarnar greiðari, eitt nú fyri nær starvsfólkið kann gera undantøk frá tí sum annars er politikkur bankans, og tá undantøk henda, so skal tað altíð á borðið hjá nevndini fyrst.

Fíggjareftirlitið kannaði 90 kundar og tríggir teirra vórðu mettir av hava verri kreditvirði enn tað, sum bankin sjálvur metti. Tí varð kravið um avsetingar ímóti tapi økt við eini millión.

 Les frágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo