Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Arena verður ein týðandi liður í menningini av føroyskum ítrótti á altjóða ítróttapallinum, eins væl og stórhøllin ivaleyst fær avgerandi týdning fyri heimliga ítróttin og føroyska  mentan sum heild. Við hesum stevnumiði í huga er nú klárt at projektera Føroya Arena, eftir at fimm stuðlar játta tilsamans 242 milliónir krónur til hetta framtíðarátak.

Fíggjarætlanin er tillagað í mun til fyrstu kostnaðarmetingina, og nú er lagt upp fyri m.ø. hækkandi kostnaðarstøði í komandi tíðum. Tórshavnar kommuna hevur játtað 132 milliónir krónur til Føroya Arena, formenninir í øllum flokkum í løgtinginum hava givið tilsøgn um 30 milliónir krónur, danska stjórnin hevur játtað 30 milliónir krónur, og A.P. Møller-grunnurin og Betri Stuðulsgrunnurin hava játtað 25 milliónir krónur í part til stórhøllina.

- Betri-samtakið metir hesa verkætlanina vera sera týdningarmikla, tá talan er um framhaldandi menning av føroyskum ítrótti bæði her heima og á altjóða pallinum. Harumframt fær høllin stóran týdning fyri føroyskt mentanarlív, tí her skapa vit smidligar og fjølbroyttar karmar til øll hugsandi tiltøk, sum allir aldursbólkar kunnu fáa gleði av, sigur Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna í PF Betri Stuðulsgrunninum.

Føroya Arena skal byggjast við Stórutjørn í Havn, og stórhøllin skal skipast sum ein sjálvsognarstovnur. Føroya Arena verður ein altjóða góðkendur tjóðleikvøllur til innandura ítrótt – t.d. hondbólt, flogbólt, fimleik, kurvabólt, stríðsítrótt, borðtennis, tennis, badminton, dans, bogaskjóting og biljard. Harumframt  verður stórhøllin eisini karmur um konsertir og onnur stór tiltøk.

Ein arbeiðsbólkur fór í fjør summar – eftir áheitan frá Heðini Mortensen, borgarstjóra – at kanna møguleikarnar fyri at útvega stuðul til stórhøllina. Í arbeiðsbólkinum sita Niels Mortensen, Tummas Justinussen, Jón Sigurdsson, Dennis Holm og Jógvan Emil Nielsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo