Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sagt semingsmanninum frá, at felagið hevur flutt seg, og er til reiðar at samráðast, um mótparturin í trætuni vil gera tað sama. Har er tó eingin at samráðast við.

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag var púra greið í sínari útmelding til semingsmannin: felagið hevur flutt seg, og ynskir at samráðst, um mótparturin vil gera tað sama.

Samrøðurnar í dag vístu, at arbeiðarafeløgini ikki eru sinnaði at flyta seg, og tískil fer semingsmaðurin ikki at skipa fyri einari semingsroynd, sum annars hevur verið uppá tal.

Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur spyrjandi, og heldur tað vera ábyrgdarleyst, at arbeiðarafeløgini ikki eru til reiðar at samráðast. Skal trætan loysast má fyrsta fortreyt vera, at arbeiðarafeløgini eru til reiðar at seta seg við samráðingarborðið og vísa vilja at samráðast.

Um tey framhaldandi ikki vilja tað, hevur Føroya Arbeisðgevarafelag einki boð uppá, hvussu vit sleppa burturúr naggatódnini. Føroya Arbeiðsgevarafelag er tó framhaldandi til reiðar at samráðast, um støðan broytist.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo