Skúlablaðið: Føroyingar hava verið í tí støðu, at teir lættliga kunnu samskifta við fólk í grannalondum okkara á donskum og norðurlendskum, og tey, sum fara av landinum at lesa á lærustovnum í Danmark, hava sum heild ikki havt málsligar trupulleikar, ið gera, at tey ikki megna at fylgja við á jøvnum føti við lestrarfelagarnar. Mangt bendir á, at málsliga støðan er við at broytast, tí fleiri teirra, sum hava tikið lut í nýggju kvalitativu lesivanakanningini, siga, at tey halda tað vera torført at lesa eina bók á donskum. Um hetta er úrslit av, at tað verður lisið minni av donskum í fólkaskúlanum, ella tí at børn og ung hava ov lítla venjing í at lesa sum heild, ikki bara á donskum, er ilt at meta um. Í øllum førum siga fleiri í kvalitativu lesivanakanningini, ið er gjørd í tíðarskeiðnum 2020-2022, at tey ikki seta seg før fyri at lesa eina heila bók á donskum.
Danskt er tó ikki útdeytt millum børn í dag, summi lesa danskt, tí tey lesa Jumbo-bøkur og Anders And, og tí at tey hava atgongd til danskar bøkur, men enskt hevur yvirhálað danskt á øðrum plássi, so sum nógv hevur bent á í nøkur ár. Var tað ikki fyri Anders And og Jumbo-bøkur, er spurningurin, hvussu nógv hevði verið lisið á donskum millum børn, tí tá ið tey verða spurd, hvat tey lesa á donskum, eru tað hesar, tey flestu nevna, og børnini siga, at tey lesa tær, tí tær eru stuttligar.
Kvalitativa lesivanakanningin endurspeglar tað, sum kemur týðiliga fram í kvantitativu lesivanakanningini frá 2017-2018, nevniliga, at flestu næmingum dámar best at lesa á føroyskum. Í kvantitativu kanningini sæst, at dreingir lesa minni enn gentur á føroyskum, og at teir lesa meiri á enskum enn gentur. Gentur lesa meiri á donskum enn dreingir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo