Ein fóðurflaki hjá Bakkafrosti í Skotlandi sakk í illveðri 22. november, tað skrivar lokali miðilin Argyllshire Advertiser & Oban Times.
Talan er sambært Bakkafrost um ein lítlan flaka. Hvørki starvsfólk ella laksur hava fingið nakran skaða av hendingini, og fyrireikingar eru gjørdar at taka flakan upp aftur, eins og alt er gjørt fyri at fyribyrgja dálking, verður sagt.
Miðilin vísir til eina aðra líknandi hending á Isle of Skye fyri tveimum árum síðani, tá ein flaki sakk, og flaki og innihald vórðu liggjandi í eitt ár til stóran ampa fyri lokalumhvørvið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo