Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Frá vinstru: Anna Sofía Sevdal Danielsen, Heidi Sevdal, og Ása Sevdal - Mynd: Hans Erik Danielsen

Kvinnurnar hjá NSÍ við FM steypinum og gullkrónum – Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Steypavinnari, føroyameistari og besti spælari í Betrideildin hjá kvinnum í august, september og oktober mánað. Jú, fótbóltsárið hjá Heidi Sevdal úr NSÍ hevur hilnast væl.

Áðrenn ársins síðsta dyst, sum var í Sarpurgerði í Norðragøtu, varð Heidi Sevdal kosin til besta spælara í Betrideildini hjá kvinnum í september og oktober mánað.

Tað eru venjararnir í fremstu deildini, ið velja, og tá talt var saman hevði Heidi fingið flestar atkvøður. Henni á baki komu Eyðvør Klakstein og Sólja Ernstdóttir úr KÍ, Sara Samson Lamhauge úr NSÍ, og Sara Benjaminsen hjá Skála.

Tað var mamma Heidi, Ása Sevdal, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði Heidi eitt gávubræv frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, sum er latin av FSF og Betri.

Aftaná dystin var tað so FSF forsetin, Christian Andreasen, ið slapp framat, tá FM steypið skuldi handast NSÍ kvinnunum. Tí hóast tær gulklæddu taptu 3-2 fyri Víkingi, so endaði føroyameistaraheitið í Runavík, meðan KÍ, sum vann 4-1 á HB, fekk silvur, og Víkingur fór við bronsuni.

Kvinnurnar hjá NSÍ við FM steypinum og gullkrónum – Mynd: Hans Erik Danielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo