Komandi fríggjadag fara føroyskir miðnámsskúlanæmingar at kappast um FM heitið í Ungum Virki 2017.
Undanfarin ár hava vit sæð nógv spennandi hugskot á torginum í SMS, tá ið næmingavirkini hava sýnt síni hugskot fram. Kappingin, sum samstundis er skipað sum ein sølustevna, er eitt gylt høvi hjá næmingunum at fáa royndir við at pynta ein bás, at samskifta við fólk, og marknaðarførslu sum heild.
Er íverksetan týdningarmikil?
Talið av íverksetarum økist í nógvum norðurlendskum býunum, og hetta er við til at skapa arbeiðspláss og vøkstur. Í útjaðaranum og norðurlendskum oyggjasamfeløgum er støðan ein heilt onnur, har nógv ung ikki flyta heim eftir loknan lestur, m.a. orsaka av manglandi starvsmøguleikum.
Ein nýggj kanning, sum Norðurlendska Ráðharraráðið og Fonden for Entreprenørskab hava gjørt, vísir á, at undirvísing innan íverksetan kann venda negativu gongdini við m.a. fráflyting og læra ung fólk at hugsa nýskapandi, at síggja møguleikar á marknaðinum og at fremja hugskot í verki. Hetta er júst tað, sum undirvísing innan íverksetan fremur.
86 miðnámsskúlanæmingar
Í ár luttaka 18 næmingavirki í FM-kappingini, ið verður sett fríggjamorgunin kl. 10. Eisini letur framsýning upp fyri almenninginum, har møguleiki er fyri at vitja sølubásarnar og síggja næmingarnar leggja teirra virkishugskot fram.
Næmingavirkini, sum kappast um FM heitið í Ungum Virki, koma úr Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnámi á Kambsdali, og Glasi.
Umframt føroysku næmingavirkini luttaka eisini fimm útlendsk næmingavirkir sum gestir. Talan er um næmingar úr Finnlandi, Svøríki, Estlandi, Lettland og Litava. Íalt luttaka 86 miðnámsskúlanæmingar í tiltakinum.
Næmingarnir hava arbeitt við at menna eina vøru frá hugskoti til liðugt avrik. Teir hava lært, hvat skal til fyri at stovna og reka egið virki. Harumframt hava teir lært at bera ein boðskap fram og selja teirra hugskot.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo