Finaludysturin um føroyameistaraheitið í talvi millum Havnina og Sandavág gjørdist ein sannur gýsari. Spenningurin var elektriskur til síðsta leik í dystinum. Vágamenn máttu vinna dystin, skuldu teir endurvinna FM-heitið, havnarmenn stóðu seg við javnleiki.
Til endans skuldi alt avgerast í talvinum á 1. borði millum Rógva Egilstoft og stórmeistaran Helga Dam Ziska. Støðan var tá 2-1 til Sandavág. Tað gjálvaði og breyt í bæði borð á toppborðinum. Tíðin var knøpp, og torført var hjá telvarunum at finna røttu leikirnar í eldfima endatalvinum. Báðir snávaðu. Leingi var líkt til, at Helgi fór av vinna, men so var hann óneyvur, Rógvi hevði nú javnleikin - og FM-sigurin í hendi - men tá dugdi hann ikki at finna besta leikin í sperdari støðu, og nú var stórmeistarin eirindaleysur.
Rógvi mátti nipin og vónsvikin leggja kongin eftir rættiligt maratontalv - hansara fyrsti ósigur í vetur. Helgi vann og tryggjaði Havnini føroyameistaraheitið í sonnum rokdysti, sum fekk algoystar áskoðarar at standa sum á glóðum og forvitnast.
John Arni og Høgni
Sandavágsmenn fóru all in eftir sigrinum. Teir høvdu styrkt seg við altjóða meistaranum John Arna Nilssen, sum í fjør kom á liðið hjá vágamonnum, men ikki fyrr enn í gjár sást sterki útisetin í dysti fyri Sandavágs Talvfelag. Hetta man vera fyrsta talvið hjá John Arna í føroysku landskappingini í meira enn tjúgu ár.
47 ára gamli skopuningurin, sum í 2006 var fyrsti innborni føroyingur, ið tryggjaði sær heitið sum altjóða meistari, var í nøkur ár sterkasti telvari í Føroyum, og røkti 1. borð á landsliðnum á nøkrum olympiadum. 18 ára gamal flutti hann til Danmarkar at búgva í 1992. Tá hevði hann telvað eitt ár á 1. liði hjá Havnini, og hann var viðhvørt heima aftur, tá Havnar Telvingarfelag hevði boð eftir honum til avgerandi dystir miðskeiðis í 90-unum. Og í dag mundi hann koppa sínum gamla felag.
John Arni var ógvuliga sannførandi á triðja borði móti Carl Eli Samuelsen, sum fekk sviðan at kenna. Tað kendist, sum vant John Arni úr sínum mótstøðumanni. Sama tóktist føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen á øðrum borði at gera. Hóast Olaf Berg royndi at spjálka sum frægast, tóktist hann máttleysur í hondunum á Høgna, sum hevur verið fullkomiliga suverenur í vetur. Høgni vann øll tíggju talvini í ár. Tað er næstan óhoyrt.
Kanska einasta fordømi er Súni Ziska, sum útinti sama bragd á 2. borði hjá Havnar Telvingarfelag veturin 1982/83. Skarvslopið, hann tá gjørdi, bar í sær, at hann endaði á 1. borði hjá Føroyum í fyrstu 8-landakappingini á heysti 1983. Og tá gjørdi Ziskamaðurin - pápabeiggi stórmeistaran Helga - ikki mætari enn at syfta Simen Agdestein á 1. borði í landsdysti móti Noregi í Oslo í minniligum og flottum talvi.
Annars er at siga, at Høgni vann eisini øll síni talv í meistarabólkinum, tá ið hann blaðungur vann fyrsta FM-heitið í 2014.
Stórmeistarin og lærlingurin
Teir, ið tryggjaðu Havnini FM-heitið, vóru telvararnir á ávikavist 1.-, og 4. borði. 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol legði veteranin Torkil Nielsen niður í lívligari glíming millum yngsta og elsta telvaran í dystinum. Torkil sýntist at koma væl frá byrjanini, men so leyp hann rætt og slætt framav, og eftir tað var unglingin náðileysur við hann. Sigurin mundi kennast Luitjeni søtur, tí í fjør tapti hann fyri Torkili í avgerandi finaludystinum á Giljanesi, tá vágamenn vunnu.
Holla upplæringin hjá stórmeistaranum Helga Dam Ziska munar nú, tí yngsti maðurin á havnarliðnum hevur havt eitt fínt kappingarár í vetur.
Annars er at siga, at Martin Poulsen var ikki tøkur hjá havnarmonnum, men tað gekk kortini - stórmeistarin og lærlingurin ornaðu paragraffirnar!
Vestmenningar fullu
Sum væntandi var, rakk tað ikki hjá vestmenningum í ár. Teir noyðast tí aftur tungu gongdina úr bestu deildini.
Klaksvíkingar endaðu nummar trý, men tað var um reppið, at teir gjørdust ov stuttir. Eitt viknað klaksvíkslið - eingin Frændur við borðið í gjár - tapti fyri B-liði havnarmanna, men við betri dystarskoru høvdu teir munin í sínamillum kappingini um triðja plássið.
Søga var annars skrivað, tá ið Herborg Hansen úr Klaksvíkar Talvfelag sum fyrsta kvinna nakrantíð sást á liði í bestu føroysku deildini. Hon var í 2008 fyrsta genta, ið vann unglingameistaraheitið í talvi. Tvey ár seinni vann onnur genta, Sára Traber Olsen, úr Havnar Telvingarfelag sama FM-heitið í unglingadeildini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo