Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sunnudagin 11. desember var FM í talvi fyri gentur telvað í Skótahúsinum í Klaksvík. 13 gentur luttóku: 12 í U10 bólkinum og 1 í U12. Bólkarnir vórðu lagdir saman til eina kapping og 7 umfør telvað.

Vinnarin av eldra bólkinum var Durita Davidsen úr Klaksvík. Hon fekk heili 6 stig útav 7 og bleiv tískil eisini nummar 2 í samlaðu kappingini. Við at luttaka hevur Durita vunnið sær høvið til at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið (NM) fyri gentur U12 í Svøríki í 2023.

Í U10 bólkinum var Lisa J. Xin úr Havn stinnast, og vann kappingina við fullum stigatali, 7 út av 7. Natasja Mørkøre av Eiði bleiv nummar 2 við 4,5 stigum. Hesar báðar koma eisini til at umboða Føroyar til NM fyri gentur 2023 í U10 bólkinum. Bjørg Nolsøe Mørk úr Havn og Andrea Gaard úr Klaksvík endaðu síðani á deildum 3. plássi við 4 stigum í part.

Umframt medaljur og steyp til vinnarar fingu allir luttakararnir í kappingini gávu frá Klaksvíkar Kommunu, sum er ein eyðkenning av einum spennandi, nýggjum leisti innan Føroyska kvinnutelving. Gàvan var ein pen hálskeda við eini frúgv í, og var hon handað av Anniku Steintórsdóttir Biskopstø sum umboð fyri kommununa.

Les meira og sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo