Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var mær ein sonn frægd at práta við Bent Flyvbjerg professara hóskvøldið framman fyri eini stórari áhoyrarafjøld í Norðurlandahúsinum.

Ein av teimum stuttligu søgunum, sum Flyvbjerg segði, var um ta ferðina, tá hann sum ungur PhD-lesandi fór út at halda fyrilestur um risaverkætlanir. Tá upplivdi hann, at áhoyrararnir gjørdust illir, tá hann vísti á, at verkætlanir ofta eru undirfíggjaðar, tí at verkætlanarleiðarar lúgva um tølini. Tann ungi Flyvbjerg ráðførdi seg við PhD-vegleiðara sín, sum mælti honum til at kalla tað ‘strategiska misrepresentatión’ í staðin fyri lygn. Tað virkaði! Nú føldu áhoyrararnir, at ein skuldi vera eitt sindur klókur fyri at megna strategiska misrepresentatión.

Í gjár legði Landsstýrið fram ætlanina um at gera enn ein undirsjóvartunnil, hesa ferð ein næstan 23 km langan til Suðuroyar fyri ein mettan kostnað á 4 mia. kr. íroknað vegir og sambindingar. Á tíðindafundinum legði løgmaður serliga dent á, at tá tunnilin er liðugur í 2035, fer hann, við at spara burt verandi ferjuleið, at geva eina positiva ávirkan á fíggjarlógina.

Hetta segði løgmaður eisini í samrøðu við KVF í Degi og Viku í gjárkvøldið. Í somu sending vísti eg á, at tað er villleiðandi, tá ið løgmaður soleiðis sær burtur frá kapitalinnskotinum uppá 1,35 mia. kr. og bert leggur dent á ávirkanina á fíggjarlógina einaferð í framtíðini.

Tað er ikki lygn, men tað er heilt víst strategisk misrepresentatión.

Rætta mátið fyri, hvørt tað samfelagsbúskaparliga er skynsamt ella ei at gera íløguna, er at gera eina kost/nyttugreining, sum tekur hædd fyri øllum kostnaðum og øllum gagni umframt tíðarfestingini av hesum. Slíkar greiningar hevur Landsverk gjørt vegna Løgmansskrivstovuna. Tey hava gjørt greiningar av tunnilskostnaðum á 3,5 mia, 4 mia og 5 mia. kr. Í innslagnum í D&V sipi eg til, at løgmaður á pressufundinum upplýsti ein tunnilskostnað á 4 mia. kr. og at kost/nyttu greining hjá Lamdsverki tá vísir eitt nútíðarvirðið av tunlinum á minus hálva milliard krónur. Men hóast tað er rætt, at Løgmaður nevndi upphæddina 4 mia. kr. so er tað íroknað vegir og sambindingar. Tá er tunnnilskostnaðurin 3,5 mia. kr. sum eisini er metingin hjá P/F Suðuroyartunnil. Við tí tunnilskostnaðinum vísir kost/nyttu greiningin hjá Landsverki minus 88 mió. kr. - so heldur ikki tá skal íløgan gerast.

Men í frágreiðingini frá Landsverki (fylgiskjal 13) stendur eisini: “Her skal gerast vart við, at Landsverk metir, at tunnilsíløgan áljóðandi 3,5 mia. kr. er bjartskygd og tí lítið sannlík.”

Í metsølubók síni vísir Bent Flyvbjerg á tvær grundleggjandi orsøkir til, at risaverkætlanir fara av sporinum í mun til kostnað, tíðarætlan og gagn: Strategisk misrepresentatión og ov stórt bjartskygni.

Bæði fyribrigdini gera seg galdandi í samskiftinum higartil um Føroya nógv størstu íløguætlan.

Innslagið er til síðst í Degi og Viku fríggjakvøldið:

https://kvf.fo/dv?sid=183326

Tilfarið um Suðuroyartunnilin er tøkt her:

https://www.lms.fo/.../uppskot-til-loegtingslog-um...

PS: Í eini longri kronikk fari eg at taka saman um boðskapirnar frá samrøðuni við Bent Flyvbjerg. Men sum eg eisini vísti á í innslagnum í Degi og Viku, kunnu vit samstundis fegnast um, at politiska skipanin hevur útsett endaligu støðutakanina til ein endaligi prísurin fyriliggur. Tað sampakkar væl við hyggjuráðini hjá Flyvbjerg: Hugsa teg væl um, ger skjótt av.

Johnny í Grótinum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo