FSF: Eftir at hava verið opið í skjótt ein mánað, letur flytingarvindeygað hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur í morgin, fríggjadagin 12. juli klokkan 16:00.
Tað merkir, at øll, kvinnur og menn, gentur og dreingir, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2024, og sum ætla at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur.
Til fyri tveimum árum síðani var flytingarvindeygað annars bara galdandi fyri spælarar, ið vóru sáttmálabundnir. Men soleiðis er ikki longur. Í 2022 broyttust hesar reglur, og tað merkir, at flytingarvindeygað nú umfatar øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum.
Seinasta freist at flyta millum feløg í hesum umfarinum er tískil fríggjadagin 12. juli 2024 klokkan 16:00, og er hetta galdandi fyri allar fótbóltsspælarar, ið fyltu 15 ár áðrenn 1. januar í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo