Heimaskrivstovurnar hjá fólki í fíggjargeiranum hava noytt barrirnar og matstovurnar við Wall Street at hugsa nýtt.
Undir alheimsfarsóttini fóru fleiri at arbeiða heimanífrá og tað hava fleiri av barrunum á Manhattan merkt sviðan av.
Tað sum áður var hæddarpunktið í vikuni við «happy hour» fríggjadagar, er ikki tað sama í dag, sum tað einaferð var.
Sambært Bloomberg hava fleiri aktørar nú flutt «happy hour» til miðskeiðis í vikuni í eini roynd at lokka kundar inn, tá teir nú eru í býnum kortini.
Hetta tí at fleiri í fíggjargeiranum arbeiða heimanifrá fríggjadagar, skrivar E24.no.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo