Fróðskaparsetrið: Fríggjadagin tann 9. september kl. 13 fer Karin Jóhanna Leitisstein Knudsen at verja ph.d.-ritgerðina Fending for Yourself - Women’s migration between the Faroe Islands and Denmark – um konur, ið mugu flyta av landinum fyri at fáa umstøður at klára seg sjálvar.
Seinastu árini hevur verið stúrt fyri rákinum í fólkasamansetingini í Føroyum. Røddir hava verið frammi um, at tað er ein avbjóðing fyri mentanarligu, búskaparligu og sosialu skipanina í føroyska samfelagnum, at tað serliga eru konufólk, ið flyta av landinum.
Endamálið við ph.d.-ritgerðini er at lýsa, hvat eyðkennir konurnar, sum flyta millum Føroyar og Danmark. Harafturat er endamálið seta orð á tað, sum eyðkennir tey samfelagsligu viðurskifti, sum tær flyta frá og til.
Henda ph.d.-ritgerðin er úrslit av trý ára arbeiði hjá Karini Jóhonnu Leitisstein Knudsen, sum hevur verið innskrivað á Fróðskaparsetrinum og á RUC til tvífalt ph.d.-prógv. Hetta er ein samstarvsháttur, har bæði universitetini hava havt ábyrgd av ph.d.-náminum og geva henni hvør sítt ph.d.-prógv.
Vegleiðarar hava verið Jørgen Ole Bærenholdt, professari á RUC, og Malan Marnersdóttir, professari á Setrinum. Í próvnevndini eru Sharon Roseman, professari á Memorial University í New Foundlandi, Firouz Gaini, lektari á Setrinum og Kristine Juul, lektari á RUC.
Karin Jóhanna er tann fyrsta, ið lýkur dupult ph.d. á Fróðskaparsetrinum.
Ritgerðin er skrivað á enskum og er til skjals alment á Landsbókasavninum. Verjan fer fram á enskum og byrjar kl. 13 stundisliga í høllini í Vinnuháskúlanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo