Eitt fólk til gongu í fjøllunum omanfyri Saksun kom illa fyri og mátti hava hjálp um middagsleitið í gjár.
Tyrlan hjá Atlantic Helicopters varð boðsend, og loysti uppgávuna eftir einum tíma, skrivar Vørn.
Onki verður sagt um, hvørt talan var um føroying ella útlending.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo