Við støði í tíðindum, sum í seinastuni hava borist um flóttafólk í Evropa, hevur Nám gjørt temasíðu á Snar.
Sambært marknaeftirlitinum í ES komu 107.500 flóttafólk inn í Evropa í juli í 2015.
Flestu av hesum flóttum eru úr Sýria, Afganistan og Eritrea.
Temasíðan um flóttafólk kann takast inn í undirvísingina í lærugreinini søga og samtíð, ella í kristnikunnleika og átrúnaði.
Temasíðan um flóttafólk er ætlað miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum.
Her sæst temasíðan um flóttafólk: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo