Floghavnin í Hamborg, næststørsta býnum í Týsklandi, er stongd, eftir at ein maður í einum bili hevur brotið sær veg ígjøgnum girðingina og koyrt heilt tætt til eitt rutuflogfar.
Maðurin, sum er 35 ár, hevur latið fleiri skot av, men fyribils er onki frætt um, at nakar er komin til skaða.
Talan er sum skilst um ein mann úr Turkalandi, sum er vorðin ósamdur við konuna um foreldrarætt til børnini. Tað er ógreitt, hvussu nógv børn maðurin hevur hjá sær í bilinum.
Floghavnin er manntóm, burtursæð frá einum toymi av serfrøðingum, sum nú roynir at fáa mannin at geva seg yvir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo