Tilburðurin fór fram í gjáramorgunin, umleið 50 minuttir eftir at farmaflogfarið frá felagnum Bluebird var farið á flog úr Dublin við kós ímóti Reykjavík. Við vóru góð 7 tons av farmi og manningin sum taldi trý.
Flogfarið var statt einar 140 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum, tá trýstið í kabinuni knappliga minkaði nógv, skrivar The Aviation Herald.
Flogfarið sendi út eitt sonevnt squawk 7700 neyðarkall, sum merkir, at øll flogferðsla og floghavnir í nærheitini skulu geva gætur og vera til reiðar.
Flogfarið fekk boð um at seta kós ímóti Aberdeen, har tað seinni lendi í øllum góðum.
Flogfarið hevur støð í Íslandi og flýgur 5 ferðir um vikuna við farmi ímillum Ísland og Europa, skrivar The Herald Scotland.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo