Eitt flogfar frá flogfelagnum Yeti Airlines er dottið niður í Nepal.
Bargingararbeiðið er í gongd, men sagt verður, at minst 40 fólk eru funnin deyð, og tað er ógvuliga ivasamt um nakar er komin frá vanlukkuni á lívi.
Ímillum tey 70 fólkini umborð vóru 10 útlendskir ríkisborgarar.
Vanlukkan hendi nærhendis býnum Pokhara, sum er har vestri í landinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo