Tað var uppá tal at eitt farmaflogfar frá felagnum Bluebird Nordic, sum fekk trupulleikar tá tað var ímillum Hetland og Føroyar í fyrramorgunin, skuldi neyðlenda í Føroyum. Men av tí at vøllurin í Vágum er ov stuttur varð avgerð tikin um at fara til Glasgow í Skotlandi ístaðin.
The Times skrivar um tilburðin.
Flogfarið, sum var ávegis úr Billund til Reykjavíkar, sendi út eina sonevnda Squawk 7700 ávaring stutt eftir klokkan 8. Tá var tað stutt eystanfyri Føroyar. Trýstið í kabinuni fall knappliga og flogfarið var noytt at dala frá 31.000 fótum til 8.000 føtur eftir stuttari tíð.
Sagt verður í greinini, at flogfarið ikki lendi í Vágum, tí vøllurin er ov stuttur har. Onki verður sagt um vánalig floglíkindi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo