Tað er nú greitt, hvørji donsk lið fara at luttaka í Final4 kappingini.
Brøndby VK og Súsanna Sólrunardóttir Ludvig vunnu sum væntað fjórðingsfinaluna 3-0 ímóti VLI.
Saman við Brøndby hava ASV Elite, Holte IF og DHV Odense spælt seg til Final4 kappingina. Í hálvfinaluni skulu Brøndby og Súsanna leika ímóti DHV Odense, sum Brøndby fyrr í ár vann 3-0 ímóti í landskappingini.
VK Vestsjælland og Áslakur Holm vunnu fjórðingsfinaluna 3-1 ímóti Amager VK2 og leiktu seg harvið í Final4. Hesin sigurin var eisini væntaður, tí mótstøðuliðið var 2. liðið hjá Amagar VK, har Tróndur Høgnason Hansen annars leikar.
Hini liðini, sum rukku endaspælið saman við VK Vestsjælland, eru Nordenskov UIF, Marienlyst-Fortuna Volley og Gentofte Volley. Í hálvfinaluni skulu VK Vestsjælland og Áslakur leika ímóti Gentofte Volley. Fyrsti landskappingardysturin millum hesi liðini, sum varð leiktur fyrst í oktober endaði við 3-2 sigri til Gentofte.
Final4 verður leikt í Aarhus 3-4 februar 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo