Russland gjørdist sunnukvøldið Evropameistari í flogbólti fyri menn, tá teir í einum sera tøttum og spennandi dysti vunnu 3-2 á Týsklandi.
5. og seinasta settið endaði 15-13 eftir ein sera spennandi og væl leiktan dyst. Hini settini endaðu 25-19, 20-25, 25-22, 17-25.
Fram til finaluna hevði Rusland einki sett tapt, og roknað varð tí við, at Russland fór at vinna ein lættan dyst ímóti Týsklandi – men hetta gjørdist ikki veruleiki.
Eitt vælleikandi týskt lið við Grozer á odda vildi tað annaðleiðis, og liðið fekk sítt besta úrslit í Evropeisku flogbóltssøguni.
Nr. 3 í kappingini gjørdist Serbia, sum vann á 3-2 á Belgia (25-17, 22-25, 19-25, 25-22, 15-12).
Niðanfyri er leinkja til sigurin í seinasta bóltinum í 2. setti, sum Týskland vann:
Stjørnuliðið, sum varð kosið eftir kappingina er hetta:
Besti leikari. Maxim Mikhailov, Russland
Hevari: Sergey Grankin, Russland
Diagonalur: Guørgy Grozer, Týskaland
Kantur: Denys Viktoravic Kaliberda, Týskland
Kantur: Dmitri Volkov,Russland
Miðblokkur: Srecko Lisinac, Serbia
Miðblokkur: Marcus Bøhme
Libero: Lowie Stuer, Belgia
Endaliga støðan:
1. Russland
2. Týskland
3. Serbia
4. Belgia
5. Itali
6. Bulgaria
7. Kjekkia
8. Slovenina
9. Frankaríki
10. Polen
11. Turkaland
12. Finnland
13. Estonia
14. Holland
15. Slovakia
16. Spania
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo