Fyrsti triðingurin av meistaradeildini hjá monnum var lagdur aftur um bak seinasta vikuskifti, og í dag verður farið í holt við annan triðing, tá Mjølnir tekur ímóti SÍ – fyri aðru ferð í 10 dagar.
Sørvingar gjørdu tá “tað vanliga” – teir vunnu eitt sett - men trupult tykist vera hjá teimum at fáa tað fyrsta stigið í kappingini, sum at byrja við tóktist at vera sera jøvn, men har munurin millum tey bæði ovastu, Mjølnir og ÍF, og tey bæði niðastu, Fleyr og SÍ, gerst alsamt størri.
Hósdagin tekur Fleyr ímóti oddaliðnum ÍF, og nú fer skjótt at verða síðsta útkall fyri Fleyr, skulu teir gera sær vónir um at koma í FM-finlurnar í apríl mánaði.
Mikudagin 11/11 Mjølnir-SÍ, Badmintonhøllin kl. 19.00
Hósdagin 12/11 Fleyr-ÍF, Gundadalshøllin kl. 19.00
Støðan | Dystir | Úrslit | Úrslit | Úrslit | Úrslit | Sett | |||
Lið | leiktir | 3-0/3-1 | 3-2 | 0-3/1-3 | 2-3 | vunnin | tapt | munur | Stig |
ÍF | 6 | 4 | 1 | 0 | 1 | 17 | 9 | 8 | 15 |
Mjølnir | 6 | 4 | 1 | 1 | 0 | 16 | 8 | 8 | 14 |
Fleyr | 6 | 2 | 0 | 3 | 1 | 10 | 13 | -3 | 7 |
SÍ | 6 | 0 | 0 | 6 | 0 | 5 | 18 | -13 | 0 |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo