Dráttur fær í kvøld vitjan av oddaliðnum Fleyr og verður dysturin klokkan 18,15 á Giljanesi. Dráttur kom illa frá byrjan, men liðið hevur nú stabiliserað seg og fingið tilgongd av onkrum leikarum, soleiðis at spælið nú er meira støðugt.
Seinasta úrsltið hjá teimum var ein avsmurningur av Mjølni, sum var sent heim við úrslitinum 3-0 við settmununum 25-6, 25-22 og 25-16, men sigast skal, at Mjølnirliðið tá ikki var fulmannað.
Í kvøld er tað oddaliðið Fleyr sum stendur hinumegin netið, og havnakvinnurnar liggja á odda í kappingini við 15 stigum, og hevur higartil havt eitt gott kappingarár.
Bæðið liðini hava annars kvalifiserað seg til hálvfinalurnar í steypkappingini, sum verða 10. februar.
Støðan undan dystinum í kvøld er henda:
Nr. | Lið | Stig | Dystir | Settmunur |
1 | Fleyr | 15 | 6 | 11 |
2 | Mjølnir | 14 | 6 | 9 |
3 | KÍF | 8 | 5 | 0 |
4 | Drátttur | 7 | 7 | -6 |
5 | SÍ | 7 | 7 | -6 |
6 | TB | 6 | 7 | -8 |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo