Í dag gjørdust Kasper Lorentzen og Bárður B. Mikkelsen danskir steypavinnarar í flogbólti.
Hetta gjørdist greitt, tá teir í dag leygardagin vunnu 3-1 á Gentofte í Fredeiksberg-Høllini í Keypmannahavn.
Settini endaður: 25-23, 18-25, 25-20, 25-20
Kasper Lorenzen byrjaði á liðnum í heyst, tá hann fór til Danmarkar í lestraørindum, meðan Bárður B. Mikkelsen hevur verið knýttur at liðnum í fleiri ár sum hjálparvenjari.
Bárður B.Mikkelsen hevur seinastu árini verið landsliðsvenjari hjá føroyska manslandsliðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo