Flogbóltssambandið: Mánadagin 25. mars 2019 verður føroyameistarin í flogbólti fyri 3. flokkarnar funnin í Høllini á Hálsi.
Gjøgnum allan veturin hava Anna Frederiksen og Peter Morell, sum vóru við til at vinna Ársins Ítróttaátak, skipað fyri skúlakappingum í skúlaflogbólti runt alt landið.
Í alt 8 kappingar hava verið, har skúlar frá ymiskum økjum hava verið samlaði til kappingar, og tað eru vinnararnir av hesum økiskappingunum, sum nú møtast í Havn í morgin.
143 næmingar og 35 liðSamanlagt verða tað 143 næmingar sum møtast, og sum koma at spæla á 35 liðum – øll spæla við og eingin situr uttanfyri – og er hetta eitt av høvuðsendamálunum við Flogbørnum, siga Anna og Peter í stuttari viðmerking.
Leirvíkar skúli hevði eisini tryggja sær rætt til finalurnar, men Leirvíkar skúli hevur givið avboð – tískil verða bert 7 skúlar við og ikki 8, sum upprunaliga ætlað.
Skúlarnir verða hesir:
3. flokkar: | Næmingar | Lið |
Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík | 22 | 6 |
Eiðis skúli | 13 | 3 |
Skúlin á Løgmannabreyt | 49 | 12 |
Skála skúli | 10 | 2 |
Kollafjarðar skúli | 12 | 3 |
Skúlin í Trongisvági | 22 | 5 |
Sørvágs skúli | 15 | 4 |
143 | 35 |
Byrjað verður í Høllin á Hálsi klokkan 10,00, og spælt verður fram til klokkan 13,00, tá Føroyameistarin er funnin fyri 3. flokkarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo