SÍ vann heili átta steypafinalur í vikuskiftinum, harímillum kvinnufinaluna leygardagin.
Tá komið varð vestur aftur í gjárkvøldið, koyrdu allir bilarnir við blinkandi ljósum, og floyturnar rungaðu um bygdina.
Á skúlanum varð skotið fýrverk fyri leikarunum, har nógv fólk var komið saman.
Borgarstjórin helt røðu, áðrenn allir leikarar og viðhaldsfólk fingu pizza.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo