Fuglur vaknar og leitar sær føði
millum vetrarklødd trø;
aðrastaðni er vápnaøði
og fólk í langtanirnar friðarkø.
Hann kagar varisliga inn;
um hann krígsmøði sær
hjá okkum í fólkaræði stinn,
sum hava ávís fólkasløg kær.
Finnur sær minni bita;
nøgdur, tí árstíðin sítt krevur;
undrast á vantandi friðarhita,
til tey, har kríggið ongantíð svevur.
Fuglur fer í hugaheimsins flogskjól,
tí krígsorkan er óskalað;
regnbumbur leita sær friðarból
sveimandi yvir landið sæla,
sum tykist vera í friðardvala.
Henrik Weihe Joensen
24. januar 2024
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo