Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tann 23. august kemur rithøvundurin Katrine Quorning til Føroya at hava almennan fyrilestur um avleiðingarnar, ið kunnu vera fyri børn, sum vaksa upp við einari rúsbundnari mammu og/ella pápa.

Við útgangsstøði í egnum uppvøkstri sum dóttir til eina rúsbundna mammu, fer Katrine at fortelja um t.d. tað at goyma og skamma seg, um at telja fløskur í kjallaranum og at taka sær av systkjunum hjá sær, men eisini um tað, at fáa hjálp og at bróta eitt tabu.

Fyrilesturin verður ikki bert ein munnlig framløgu men eisini ein visuel uppliving, har tekningar hjá Katrine fara at lýsa tvístøður, tankar og kenslur, sum børn hjá rúsbundnum foreldrum stundum kunnu uppliva.

Tað er Títt Rúm, sum hevur bjóðað Katrine Quorning til Føroyar. Fyrilesturin verður í Smæruni týskvøldið, 23. august, kl. 19.00 – og tað er ókeypis atgongd!

Um rithøvundan: Katrine Quorning hevur m.a. útgivið grafisku skaldsøguna "Flaskebarn – minder fra en rødvinsplettet opvækst". Út yvir at skriva og gera illustratiónir til bøkur hevur hon eisini arbeitt sum miðnámsskúlalærari. Katrine hevur nógvar royndir við at halda fyrilestrar, og í 2019 móttók hon heiðursprís frá danska Muskelsvindfonden fyri hennara arbeiði við at kunna um og viðgera tabu-merkt evni gjøgnum tekningar og tekst.

Katrine er somuleiðis eisini virkin á Instagram, har hon leggur tekningar út. Sí myndirnar á www.instagram.com/flaskeboern/.

Les meir um virksemið hjá Títt Rúm á www.tittrum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo