Føroya Tele-deildin, menn:
Mjølnir – Fleyr 1-3 (25-23, 20-25, 24-26, 20-25)
Mjølnir vann fyrsta settið 25-23, eftir at tað hevði verið javnt við støðuna 19-19. Mjønir var eisini á odda fyrsta partin av øðrum setti; viðhvørt við trimum stigum, men Fleyr javnaði til 14-14. Mjølnir vann seg framumaftur 17-15, men tá Phil Freere fór at serva fyri Fleyr við støðuna 17-16 til Mjølnir, avgjørdi hann næstan eina maður settið fyri Fleyr, tá hansara sjey servur – fleiri vóru ess - góvu seks stig, og Fleyr legði seg á odda 23-17. Tá vendist ikki aftur hjá Mjølni, og Fleyr vann settið 25-20.
Mjølnir legði seg aftur á odda í triðja setti, bæði 9-4 og 12-8, men Fleyr javnaði til 13-13. Síðani skiftust liðini um at vera á odda til 19-19, tá Fleyr legði seg á odda 21-19. Jóhan Arni Elisson Wang vann síðani tríggjar bóltar fyri Mjølnir, sum fekk settbólt, men Phil Freere javnaði til 24-24 við lobbi ímóti fyrrverandi liðfeløgunum, áðrenn Fleyr vann settið 26-24.
Í fjórða setti hevði Fleyr hug at draga frá og legði seg á odda 13-10, áðrenn Mjølnir javnaði til 13-13. Men gleðin var stokkut, tí frá 14-14 vann Fleyr næstu sjey stigini og legði seg á odda 21-14, og so vendist ikki aftur, og Flery vann fjórða settið 25-20 og dystin 3-1.
Við teimum trimum stigunum leggur Fleyr seg einsamalt á odda í Føroya Tele-deildini við 21 stigum; trý stig frammanfyri Mjølnir við 18 stigum. Nr. 1 á stigatalvuni fær heimavøll í fyrra finaludystinum um føroyameistaraheitið. Seinni dysturin verður spældu á uttanveltaðum vølli.
Mattias Nolsøe Isaksen úr Fleyr segði við Televarpið eftir dystin, at teir høvdu roynt at leggja trýst á móttøkurnar hjá Mjølni, men at tað bara eydnaðist partvís, men annars var tað við góðum álopsspæli, teir vunnu dystin. Hann ásannaði eisini, at tað var ein fyrimunur fyri teir, at Steffan Rosenlund hjá Mjølni sat uttanfyri við skaða. Steffan segði við einum smíli, at Mjølnir kundi haft brúk fyri hansara hjálpandi hond í dag.
Jóhann Lützen, sum var viðmerkjari í Televarpinum, helt at Fleyr hevði havt framgongd síðani fyrra dystin millum Fleyr og Mjølnir, sum Mjølnir vann 3-1, og at hjá Mjølni vísir pílurin í løtuni niðureftir, men eisini hann legði dent á, at úrslitið kundi verið øðrvísi, hevði Steffan Rosenlund verið mentur at spæla, “tí hann er ein av teimum allar bestu álopsspælarunum, sum vit hava á Føroya landi”, segði viðmerkjarin.
Dysturin millum SÍ og ÍF var útsettur fyri veður.
Føroya Tele-deildin liggur still næstu vikurnar, tí eftir nýggjar verður farið í holt við bólkaspælið í steypakappingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo