Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssamband Føroya: Seinasta umfar í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum varð spælt í dag, og hjá Fleyr galt um at vinna sær eitt stig ímóti Ternuni, tí so var finaluplássið ímóti Drátti tryggjað. SÍ hevði framvegis teoretiskan møguleika at fáa finaluplássið, men so skuldi Fleyr einki stig hava ímóti Ternuni, og haraftrat skuldi SÍ eisini vinna á Mjølni.

Fleyr fekk flúgvandi byrjan á Toftum og legði seg á odda 9-3, áðrenn settið varð vunnið 25-16, men eitt sindur av fjáltri kom tó á Fleyr í øðrum setti, tá Ternan beit frá sær og fór framum 12-10 og 14-11. Javnt var eisini við støðuna 21-21, tá Fleyr vann avgerandi bóltarnar og settið 25-22. Við hesum hevði Fleyr tryggjað sær í minsta lagið eitt stig fyri dystin, og harvið var eisini finaluplássið tryggjað.

Í triðja setti var Ternan aftur væl við og var á odda 10-9, áðrenn Fleyr so við og við sleit seg leyst og vann 25-20.

Mjølnir – SÍ 3-1 (25-20, 24-26, 25-19, 25-22)
Kanska trúði SÍ ikki veruliga upp á møguleikan, at Ternan fór at vinna á Fleyr. Tó skal vera ósagt, um tað var orsøkin til, at SÍ tapti fyri Mjølni.

Eftir at Mjølnir hevði verið greitt á odda javnaði SÍ til 9-9 og 15-15, men Mjølnir var stinnari og vann fyrsta settið 25-20.

Í øðrum setti var SÍ leingi frammanfyri, men Mjølnir javnaði til til 18-18 og fór eisini framum 23-19. SÍ mentist tó aftur og vann 26-24.

Tá var kortini greitt, at Fleyr hevði fingið sítt neyðuga stig í Klaksvík, og tí eisini finaluplássið. Hetta sá tó ikki út til at ávirka SÍ, sum legði seg á odda 16-9 og 11-18 í triðja setti, men við 10! stigum á rað vendi Mjølnir øllum á høvdið og fór framum 21-18 og vann vann settið 25-19.

SÍ var á odda fyrstu løtuna í fjórða setti, men Mjølnir javnaði til 9-9 og legði seg greitt á odda 19-12 og 23-14, . Hóast SÍ kom væl afturíaftur móti endanum við sjey stigum á rað, so megnaði Dráttur at vinna settið 25-22.

SÍ fekk eftir dystin handað bronsumerki, fyri at gerast nr. 3 í kappingini.

KÍF – TB 2-3 (20-25, 25-12, 25-22, 17-25, 16-18)
Formkurvan hjá báðum liðunum hevur seinastu tíðina gingið beint uppeftir, og úrslitini hjá báðum liðum hava havt stóra ávirkan á stríðið um finaluplássið millum Fleyr og SÍ, og tí var hóskandi við einum klassiskum fimmsettara at enda kappingarárið við.

KÍF legði seg á odda 4-0 í javnbrótaranum, men TB javnaði til 5-5 og legði seg á odda 10-7. TB helt seg frammanfyri og fekk tríggjar dystarbóltar við støðuna 14-11, men KÍF stóð ímóti trýstinum og fekk sjálvt dystarbólt við støðuna 15-14. TB yvirlivdi tó og fekk aftur dystarbólt við 16-15, men KÍF hóraði aftur undan. Men TB fekk aftur møguleikan við 17-16, og tá eydnaðist, og TB vann sostatt 15-15 og dystin 3-2. Hetta var áttandi dystur á rað, at TB vann stig.

Fyri KÍF merkir eina stigið, at kollfirðingar akkurát megna at halda seg frammanfyri Mjølnir á stigatalvuni. Bæði hava 22 stig, men KÍF hevur betri settmun.

Endaliga støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

Dráttur

18

35

45

2

Fleyr

18

21

37

3

18

8

32

4

TB

18

6

30

5

KÍF

18

-7

22

6

Mjølnir

18

-13

22

7

Ternan

18

-50

1

Fyrra FM-finalan verður sostatt á Giljamesi millum Drátt og Fleyr, og tann seinna verður í høllini á Hálsi leygardagin 27. apríl.

Vinna liðini hvør sína finalu - sama hvat settúrslitini eru - so verður føroyameistaraheitið avgjørt í sonevndum gullsetti, sum gongur upp í 15.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo