Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Lítið bendi á spenning, tá Mjølnir hevði lagt seg á odda 16-9 í fyrsta setti, men Fleyr gjørdi ein vørr og minkaði um munin niður í tvey stig við støðuna 21-23, tá annar av póllendingunum hjá Mjølni, Mateusz Pazgan, langaði smassjið út av vøllinum, men hin póllendingurin, 202 cm langi Barlomiej Grzegorzewski, vann kortini settið 25-22 fyri Mjølnir, tá hann vann netduellina við blokki.

Mjølnir legði seg aftur trygt á odda beinanveg í øðrum setti, 8-3 og 9-5, men Fleyr javnaði til 9-9 við blokki frá Róa Hentze og fór framum 16-15 við serviessi frá Nielsi Niclasen, sum aftur gjørdi tað til 17-15 við back spike, har hansara egna harða serva hevði gjørt forarbeiðið. Enn eitt serviess frá Nielsi legði Fleyr trý stig framum, og støðan gjørdist eisini 19-15. Fleyr megnaði at halda munin, tað sum eftir var av settinum og vann 25-21, tá slagið frá Róa Hentze aftanfyri 3-metra strikuna smeyg sær niður í postkassan.

Fleyr helt fram við sama lag í triðja setti og legði seg á odda 17-10. Mateusz Pazgan minkaði so um munin til 11-17 við smassji, áðrenn hann sjálvur fór at serva. Servitrýstið var øgiligt og móttøkurnar hjá Fleyr vóru um ein háls, og Mjølnir minkaði um munin niður í eitt stig. Javnt gjørdist við 20-20, og síðani aftur 22-22, tá Mjølnir vann tríggjar bóltar á rað, og settið 25-22 – síðsta stigið við óprovokeraðum feili frá Fleyr, sum tað vóru nakrir av síðstu løtuna.

Eftir javna byrjan í fjórða setti, har støðan gjørdist 6-6, vann Mjølnir sjey av teimum næstu átta stigunum, og støðan gjørdist 7-14. Trúgvin tóktist tá at vera farin hjá Fleyr, og Mjølnir vann trygt 25-19.

Við sigrinum leggur Mjølnir seg upp á liðina á ÍF á fyrsta plássi, har bæði hava 7 stig, men har ÍF hevur betri settmun.

ÍF vann sunnudagin 3-0 á Ternuni: Ternan – ÍF 0-3 (07-25, 14-25, 23-25)

Mikukvøldið kl. 19 spæla SÍ og Fleyr í Sørvági, har SÍ hevur møguleika at leggja seg javnt í stigum við tey bæði ÍF og Mjølnir.

Støðan í Føroya Tele-deildini, monnum:

Nr. Lið Dystir/Stig (settmunur)

1 ÍF 3 / 7 (+5)
2 Mjølnir 3 / 7 (+3)
3 SÍ 2 / 4 (+2)
4 Fleyr 2 / 0 (-4)
5 Ternan 2 / 0 (-6)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo