Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið/Føroya Tele-deildin, kvinnur: Við 3-1 sigri á KÍF tók Fleyr í dag annaðplássið aftur frá SÍ, sum nú er tvey stig aftanfyri Fleyr og hevur eisini spælt ein dyst fleiri. Men Mjølnir á fjórðaplássinum, sum er seks stig aftanfyri Fleyr, kann heldur ikki heilt avskrivast, tí tær hava spælt ein dyst færri enn Fleyr. Og bara eitt stig aftanfyri Mjølnir er TB, sum eisini hevur spælt ein dyst færri enn Fleyr. Júst TB og Mjølnir spældu fimmsettara í gjár, har Mjølnir loksins vann.

TB – Mjølnir 2-3 (25-23, 23-25, 25-18, 23-25, 10-15)
Níggju ferðir skiftust liðini um at vera á odda í fyrsta setti, og tí kom tað ikki óvart á nakran, at her fór at verða neyðugt við fimm settum fyri at avgera dystin. Mjølnir var á odda 20-19, men fýra stig á rað til TB førdi til tríggjar settbóltar við støðuna 24-21, og við tí triðja eydnaðist at vinna fyrsta settið.

Eftir javna byrjan upp á annað sett hevði TB hug at draga frá og fór framum 14-9, men Mjølnir svaraði skjótt aftur og javnaði til 16-16 og fór síðani framum og vann 25-23 við lobbi frá Annu Arnholdsdóttir, sum var ivrig og kvik og vann nógv frammi við netið. 

TB fór frá 10-9 til 15-9 í triðja setti, og megnaði fyri tað mesta at halda munin, og vann 25-18.

Eftir at Mjølnir hevði lagt seg á odda 10-6 í fjórða setti, fór munurin at minka, og TB javnaði til 11-11 og fór framum 14-12. Leiðslan skifti síðani hendur nakrar ferðir, til Mjølnir vann sær tríggjar settbóltar við støðuna 24-21. TB bjargaði sær undan teimum tveimum, men so gjørdist servan ov long, og Mjølnir vann 25-23 og tryggjaði sær javnbrótara.

Í javnbrótaranum legði TB betur fyri og fór framum 5-3, men eftir at Mjølnir javnaði til 6-6 misti TB takið, og Mjølnir legði seg á odda 13-8. TB-venjarin tosaði við stórum stavum í leikbránum og fíltist á passivitetin hjá sínum leikarum. Men her beyð ikki bøtur, og eftir at tríggjar tær seinastu servurnar fóru út – tvær frá TB og ein hjá Mjølni – vann Mjølnir fimta settið 15-10.

Hetta var triði sigurin hjá Mjølni á rað, eftir trý tap á rað frammanundan. Teir tveir sigrarnir undan hesum vóru ímóti niðastu liðunum Ternuni og KÍF, so spennandi verður at síggja, hvussu Mjølnir fer at standa seg ímóti teimum ovaru liðunum. Fyrsta dystin í árinum vann Mjølnir á Fleyr og gav greiða oddaliðnum Drátti skarpan gang í 25-27, 25-27 og 22-25 tapinum dystin eftir. Næsti landskappingardysturin hjá Mjølni verður tó ikki fyrr enn 31. januar, tá Ternan tekur ímóti.    

Fleyr – KÍF 3-1 (25-14, 25-22, 23-25, 25-8)
Fleyr fer at halda jól á øðrumplássi eftir 3-1 sigur á KÍF, sum beit væl frá sær eftir avsmurning í fyrsta setti.

Heilt øðrvísi gekst í ørum setti. Gaman í var Fleyr frammanfyri 15-10, men KÍF bardi seg innaftur í settið og legði seg framum 17-16 og eisini 20-19. Fýra stig á rað til Fleyr, sum legði seg á odda 23-20, gjørdust avgerandi, og settbóltin vann Fleyr, tá servan frá KÍF fór út av baklinjuni.

KÍF fekk frálíka byrjan upp á triðja sett og legði seg á odda 6-2, men so líðandi át Fleyr burtur av leiðsluni og fór síðani framum 16-11. Servan endaði aftur hjá KÍF, og átta ferðir á rað servaði Sesilia Johnsdóttir Prior, og KÍF legði seg á odda 19-16 – ímillum tær átta servurnar vóru tvey ess. KÍF misti leiðsluna aftur, men tað var bara eitt stig, og síðan fór KÍF framum aftur og vann 25-23, eftir javnleik 23-23.

KÍF hevur fleiri ferðir í ár prógvað, at tær kunnu geva teimum bestu mótstøðu, men ofta eru avrikini ov óstøðug gjøgnum ein heilan dyst. Hetta sóu vit aftur í fjórða settinum, har KÍF var fyri ongum og kom afturum 8-0, eftir at tær ikki fingu bilbugt við servunum frá Brynju Jákupsdóttir. Tá so eisini Óluva Mohr slapp at serva Fleyr frá 10-2 upp á 14-2, var settið mest sum avgørt. Tað endaði 25-8.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur: 

Lið 

Dystir 

Settmunur 

Stig 

Dráttur 

22 

25 

Fleyr 

10 

17 

SÍ 

15 

Mjølnir 

-1 

11 

TB 

-1 

10 

KÍF 

-13 

Ternan 

-20 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo