Flogbóltssambandið: Fyrstu løtuna gekk javnt á, men tá Fleyr fór frá 14-11 til 17-11 gjørdist brekkan ov brøtt hjá SÍ, og Fleyr vann 25-17.
Annað sett tóktist avgjørt, tá Fleyr fór framum 9-1, men SÍ bardi seg innaftur í dystin og kom upp á 21-22. Fleyr megnaði tó at halda høvdið kalt og vann 25-22.
Dagsins leikari hjá Fleyr var Sára Rannváardóttir Vatnhamar, og hjá SÍ var tað Janna Falkvard.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo