Flogbóltssambandið: Gentur 16 dysturin millum Fleyr og SÍ gjørdist sera spennandi og javnbrótari mátti til, áðrenn Fleyr fór avstað við sigrinum.
Sí vann tó fyrsta settið rættuliga greitt við 25-19. SÍ sá í hesum settinum út til at vera munandi sterkari enn Fleyr.
Fleyr svaraði tó aftur sum hamskiftar í 2. settið við at vinna 25-18 og vunnu síðani javnbrótaran 15-13.
Thirza Tarazona Becerra gjørdist dagsins leikari fyri Fleyr, ímeðan Sára Kambsgarð gjørdist dagsins leikari fyri SÍ.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo