Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssamband Føroya: FM-finalan fyri gentur 16 í flogbólti er leikt á Tvøroyri og føroyameistari 2022/2023 er Fleyr. Hetta var greitt eftir at tær vunnu 3-1 á SÍ.

Talan var um tættan, spennandi og rættuliga vælleiktan dyst við góðum álopsspæli.

Fyrst í mars vann Fleyr steypafinaluna - eisini í einum sera tøttum dysti ímóti SÍ, so nú eru Fleyr greipuvinnarar.

Við Thirzu Tarazona Becerra, sum eisni fær nakað av leiktíð á besta kvinnuliðnum hjá Fleyr í Føroya Tele deildini, hevur Fleyr ein ungan leikara í serflokki. Thirza skaraði serliga framúr í álopspartinum, har hevarin brúkti hana í øllum truplum støðum, og so eisini við sera góðum servum.

Venjarin hjá Fleyr, Iuliia Kuvsinova, stór í dag yvirfyri sínum gamla venjara Rajko Petrovic og hon man eisini hava verið sera nøgd við gongdina í dystinum.

Dagsins leikari fyri Fleyr varð Thirza Tarazona Becerra og dagsins leikari fyri SÍ varð Sára Kambskarð.

Allir dystirnir síggjast á Rás 1 á Televarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo