Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nógv spennandi verður á skránni í Tórsgøtu leygardagin, 16. September, tá Slaktið verður hildið. Livandi kríatúr, so sum seyðir, ross og kálvar, vera á staðnum, og ein kúgv og seyðir verða flettir - ein upplagdur møguleiki at vísa eftirkomarum hvussu matur verður fingin til vega.

Føroyskir kokkar fara at grilla lambskjøt, føroyskar fyritøkur fara at bjóða smakkiroyndir og selja ymiskar matvørur, og møguleiki verður eisini at fáa hvest sínar knívar á staðnum. Ponyríðing og ein ókeypis súkkluverkstaður vera eisini á økinum, umframt ymiskt annað.  

Endamálið við tiltakinum er at seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið, sum vit føroyingar fáa frá jørðini – bæði frá djórum, sum til dømis seyði og neytum, til grønmeti, sum til dømis rabarbum og rótum. Ætlanin er, at vísa á, hvussu nógv vit í veruleikanum kunnu fáa burturúr tilfeinginum, og hvussu vit kunnu gagnnýta tilfeingið á besta hátt.

“Ynskt verður, at so nógv fólk sum møguligt koma til tiltakið og fáa eyguni upp fyri møguleikunum í tí fantastiska tilfeingi, ið okkara jørð hevur at bjóða. Tí er ókeypis atgongd,” sigur Kári Sørensen, ein av stigtakarunum.

Tiltakið byrjar kl. 10 leygardagin, 16. september, og steðgar umleið kl. 16.

Meira kunning og myndir frá tiltakinum í fjør eru á Facebook síðuni hjá tiltakinum.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo