Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tað er varhugin hjá teimum trimum, Hjørdis Mariu Henrysdóttur, Katju Frederiksberg og Sunnvør Pattinson Joensen, at tað eru fleiri tví- og fleirmælt børn á dagstovnum uttan fyri høvuðsstaðin enn í Havn. Tá ið tær settu seg í samband við dagstovnar í Havn í sambandi við eina verkætlan um tví- og fleirmælt børn, fingu tær at vita fleiri staðni, at har vóru ikki nógv tví- og fleirmælt børn; øðrvísi er á bygd, halda tær.

- Vit hava ikki kannað tað neyvt, men tað er okkara varhugi eftir at hava tosað við fleiri dagstovnar; í øllum samrøðunum, vit hava gjørt, fingu vit at vita, at talið á tví- og fleirmæltum børnum er vaksandi; aðrastaðni, til dømis í Noregi, er tað sama galdandi, at tað eru fleiri tví- og fleirmælt børn uttan fyri stóru býirnar enn í stórbýunum. Hetta kann hava nakað at gera við arbeiði, sum útlendingar hava, siga tær tríggjar.

Sambært fólkateljingini Manntal búðu fólk úr 89 tjóðum í Føroyum í 2011; 5 ár eftir fólkateljingina eru tey fleiri í tali. Í eini útvarpssending síðst í september segði fyrisitingarleiðarin í Tórshavnar kommunu, Ingun Eiriksdóttir, at í Føroyum búgva fólk úr 117 londum og í Havn fólk úr fleiri enn 100 londum.

Hjørdis Maria Henrysdóttir, Katja Frederiksberg og Sunnvør Pattinson Joensen lesa námsfrøði á Námsvísindadeildini á fjórða ári; í summar skrivaðu tær bachelorverkætlan um tví- og fleirimælt børn á dagstovnaøkinum. Kanningin og samrøðurnar, sum tær tríggjar hava gjørt í sambandi við uppgávuna, vísa, at stórur tørvur er á eini integratiónsætlan fyri tví- og fleirmælt børn.

- Av tí at eingin integratiónsætlan er fyri dagstovnaøkið, er tað upp til einstaka dagstovnin at gera av, hvussu tví- og fleirmælt børn verða integrerað. Tað er ikki í lagi í 2016.

Lesið samrøðu í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo