Hægsta tilbúgving er í amerikanska statinum Kalifornia, eftir at fleiri stórir skógareldar herja og fleiri túsund íbúgvar eru fluttir burtur.
Hættisligasti eldurin herjar í løtuni í Oroville, sum liggur norðan fyri høvuðsstaðin í statinum Sacramento, sambært Los Angeles Times.
Umleið 13.000 í Butte-umráðnum vóru noydd at rýma úr húsum sínum, men higartil er eingin deyður í sambandi við eldarnar í statinum.
Fleiri enn 500 sløkkiliðsfólk stríðast móti eldinum í Oroville. Orsøkin til eldin er ikki kend.
Myndir og video á sosialu miðlunum vísa fleiri bygningar sum brenna og tyrlur sum stoyta vatn yvir brennandi økini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo